150 blásarar í Norðurlandahúsinum

Árligu orkesturdagarnir við blásaranæmingum, verða í døgunum 27. og 28. januar í Norðurlandahúsinum.

 

Árligu orkesturdagarnir við blásaranæmingum, verða í døgunum 27. og 28. januar í Norðurlandahúsinum.

 

150 næmingar luttaka í trimum ymsum orkestrum, einum byrjanar orkestri, einum miðlinga orkestri og í Landsorkestrinum.

 

Fyri musikkskúlanæmingar hevur tað alstóran týdning at spæla saman í bólki. Tí verður javnan skipa fyri samanspæli av ymsum slagi, fyri at stigvís menning kann fara fram.

 

Seinastu mongu árini hevur verið skipað fyri orkesturdøgum í Norðurlandahúsinum í januar mánaði. Hettar hevur hilnast væl og næmingarnir fáa nógv burturúr.

 

Eins og undanfarnu ár eru karmarnir fyri orkesturdagarnar hjá blásaranæmingum av teim bestu. Í Norðurlandahúsinum eru umstøðurnar góðar og húsið kann uttan nakrar trupuleikar rúma øllum trimum orkestrunum.

 

Tað eru blásilærarar Musikkskúlans sum skipa orkesturdagarnar og taka sær av frálæruni.

 

Orkesturdagarnir enda við stórari konsert týskvøldið 28. januar kl. 19.30, har møguleiki verður at hoyra, hvat næmingarnir hava fingið burturúr.

 

Atgongumerki kunnu keypast í Norðurlandahúsinum og á www.nlh.fo