150 ár síðani Sloan varð kallaður

Í hesum sambandi verður dagbókin hjá William Gibson Sloan víst fram í Sloans húsi á Tinghúsvegnum.

Hósdagin 28. mai eru 150 ár, síðani Willian Gibson Sloan skrivaði í dagbók sína, at hann kendi tað sum eitt kall at fara til Føroya við evangeliska boðskapinum um Jesus.

 

Høvi verður júst hendan dagin frá kl. 11 til 17 at støkka inn á gólvið í Sloans Húsi á Tinghúsvegnum og síggja hesa dagbókina og aðrar søguligar lutir.

 

 

Orðini “Tro på Jesus” var heilsanin, ið mong tátíðar børn í Føroyum fingu frá hesum vinarliga fremmandamanni, sum sang við so vakrari rødd. Og hóast Sloan ikki altíð var vælkomin allastaðni, fór boðskapur hansara umsíðir at bera ávøkst um aldarskifti.

 

Hugtakandi eru søgurnar um hendan skotan, sum gjørdist slóðbrótari fyri einari nýggjari tíð í Føroyum og fekk stóra virðing millum manna. William G. Sloan andaðist í Sloans Húsi á føðingardegi sínum 4. september 1914, 76 ára gamal.