Reglugerðin fyri grunnin ásetur, at stuðul verður veittur til tiltøk, sum onkursvegna eru nýbrot – tað vil siga bæði øðrvísi og fjøltáttað.
Víðari sigur reglugerðin, at: ”Framførslur, framsýningar o.l. skulu vera í Klaksvíkar Kommunu í 2012, men kunnu eisini verða aðrastaðni, um hildið verður, at tey promovera Klaksvíkar Kommunu og Norðoyggjar”.
Freistin at søkja er 13. apríl 2012.
Jógvan Skorheim, mentanarnevndarformaður sigur, at “Grunnurin Mentanartiltøk” fyrstu ferð varð royndur í fjør. Hetta eydnaðist somikið væl, at býráðið vil halda fram við tí.
- Mentanartiltøk ikki altíð eins løtt at bera á einum privatum grundarlag, og tí ynskja vit við hesum grunni at hjálpa, har møguleiki er fyri tí, sigur Jógvan Skorheim.
- Í fjør játtaði býráðið 100.000 krónur í grunnin, men í ár er hann øktur til 150.000 krónur. Okkara vón er, at hesir pengar kunnu geva eitt ískoyti til okkara lokalsamfelag, ið kann stimbra mentanarlívið her, sigur altso Jógvan Skorheim.
snorri@sosialurin.fo
mynd
ÍSKOYTI
- Játtanin verður vónandi lokalsamfelagnum at gagni, sigur Jógvan Skorheim, formaður í mentanarnevndini










