15 vilja stjórna landsins størsta skúla

Um einar tríggjar vikur fær Tórshavnar kvøld-, ungdóms- og listaskúli nýggjan leiðara.

Tórshavnar kommuna hevur fingið 15 umsóknir frá fólki, sum vilja hava starvið sum leiðari fyri Tórshavnar kvøld-, ungdóms- og listaskúla.

 

Kommunan fer nú at kanna umsóknirnar, og ætlanin er at seta starvið um hálvan juni.

 

Við sínum 2.450 næmingum er Tórshavnar kvøld-, ungdóms- og listaskúli størsti skúli í Føroyum. Lærararnir eru 148 í tali, og teir undirvísa í 150 lærugreinum á 30 undirvísingarstøðum.