15 vilja stjórna Elektron

Tá freistin at søkja stjórastarvið í Elektron var úti í gjár, hevði nevndin fingið 15 umsóknir.

Súni Schwarz Jacobsen, nevndarformaður, sigur, at nevndin fer nú at viðgera umsóknirnar, og at ætlandi verður nýggjur stjóri settur, tá hendan tilgongdin er liðug.

 

Síðani fyrst í februar hevur Kjartan Thomassen verið fyribilsstjóri á Elektron. Hann tók við, eftir at Niels Christian Nolsøe hevði sagt seg frá eftir 19 ár í stjórastólinum.