Í dag hava 15 útlendingar fingið prógv í føroyskum máli, og føroyskari mentan.
Tey hava gingið í kvøldskúlanum í Havn, sum skipar fyri undirvísingini í samstarvi við mentamálaráðið. Og tað er Bergljót av Skarði, sum hevur havt undirvísingina um hendi.
Undirvísingin er fjølbroytt, og tað er ikki bara mállæra á tímatalvuni. Tey bæði syngja og spæla sjónleik – og nú tey fingu prógv seinnapartin, spældu tey eisini sjónleik á føroyskum fyri áhoyrarunum - og tey bóru somuleiðis fram heilsanir á føroyskum. Og so sungu tey um Rasmus á Gørðum, eisini, sigur Tórshavnar Býráð.
Heðin Mortensen, borgarstjóri heldur, at hetta man vera størsta integrasjónstiltak nakrantíð í Føroyum og hann sigur, at tað eru eisini rættiliga nógv, sum hava meldað seg til framhaldsskeiðið, sum byrjar í januar.
Hann sigur, at tey, sum tóku prógv í dag, dugdu ikki eitt orð á føroyskum fyri einum ári síðani, men nú er tað stuttligt at hitta tey í býnum, tí nú heilsa tey og biðja góðan dag á føroyskum.
- Tað fløvar og ber boð um, at tey hava fingið tann besta førningin - lykilin til okkara mentan, nevniliga málið, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini, nýtti eisini høvið at ynskja næmingunum bestu eydnu í framtíðini, og hon fegnaðist um teirra týðandi leiklut í føroyska samfelagnum.