Innanríkisráðið í Turkalandi sigur, at harðir bardagar hava verið í landssynningspartinum av landinum millum stjórnarhermenn og kurdiskar uppreistrarmenn. Sagt veður, at 15 uppreistrarmenn fullu, men aftaná vísti tað seg, at talan var um 15 kvinnur í uppreistrarbúna.
Turkiska tíðinsastovan skrivar, at tað vóru limir í kurdiska arbeiðaraflokkinum PKK, sum vóru í bardaga við stjórnarherin. Fleiri samanbrestir hava verið millum partarnar teir seinastu dagarnar, og minst ein hermaður og meiri enn 20 PKK-limir eru falnir.
PKK stríðist fyri einum sjálvstøðugum kurdiskum landi í landssynningspartinum av Turkalandi, og síðani 1984 hava umleið 45.000 fólk latið lív í stríðnum. Turkiska stjórnin metir PKK sum yvirgangsfgelagsskap, oh tað gera eitt nú ES og USA eisini.