15 umsóknir til ungdómssendingina »Ó-beinleiðis«

Ó hevur seinastu vikurnar søkt eftir ungum og frískum vertum til ungdómssendingina »Ó-beinleiðis«, ið verður á Rás2 í vár.

 

– Ikki kann sigast annað enn, at stórur áhugi hevur verið fyri sendingini, tí vit hava fingið 15 seriøsar umsóknir. Uppaftur fleiri hava sett seg í samband við okkum, har tey ynsktu nágreiniligari upplýsingar um sendingina, sigur Hanus Samró, ið hevur tikið stig til sendingina.

 

Ungdómssendingin »Ó-beinleiðis« snýr seg í stuttum um at varpa ljós á lesandi og ungdómsrørslur í Føroyum. Alt frá næmingum, ið íðka seriøsan ítrótt ella tónleik og list til politisku ungmannafeløgini, sum fáa almennan pall, har møguleiki verður at royna seg í almenna rúminum.

 

Harafturat verður dentur lagdur á Setrið, har studentar fáa møguleikan at greiða frá kanningum, sum hava við føroysk viðurskifti at gera, eins og dentur verður lagdur á ymisku ungdómsrørslurnar í Føroyum.

 

– Hetta verður eitt føroyskt alternativ til Ghetto Føroyar, sigur Hanus Samró.

 

– Um vit skulu røkka endamálinum, er neyðugt við frískum og framfýsnum vertum, sum bæði skulu duga at undirhalda, men so sanniliga eisini at halda støðið á einum høgum og akademiskum støði.

 

Umsóknirnar verða viðgjørdar í vikuni, áðrenn umsøkjararnir verða bidnir um at koma til samrøðu. Um alt gongur eftir ætlan, verður ungdómssendingin »Ó-beinleiðis« at hoyra á Rás2 í mars.

 

Sendingin verður í samstarvi við Føroya Ungdómsráð og Fróðskaparsetur Føroya.