15. umfar

KÍ - B68 1-3 (1-2):

5.: Todi Jónsson og Atli Danielsen byrja inni fyri heimaliðið í dag, meðan Páll Klettskarð er á beinkinum.

28: 0-1! Ahmed Keita stútar bóltin í netið eftir fínt innlegg frá Øssur Hansen, sum hann beinir inn við handaru stong.

38.: 1-1! Todi Jónsson hevur javnað fyri KÍ! Hornaspark datt niður fyri føtur hansara í brotsteiginum, har Todi er eirindaleysur og javnar fyri KÍ.

45.: 1-2! Niklas Joensen stútar B68 framumaftur, beint fyri hálvleik. Aftur hesaferð var talan um eitt frálíkt innlegg frá Øssuri Hansen, og aftur hesaferð var talan um eina deyðbóltstøðu, sum B68 gagnnýtti til fulnar.

55.: 1-3! 1-3! Øssur Hansen leggur bóltin tvørtur til Óla Olsen, sum fær beint bóltin í netið, og harvið hevur sent B68 á sigurskós.

72.: Páll Klettskarð er settur á vøllin, í eini roynd hjá KÍ at fáa B68 aftur.

87.: 1-4! Eftir stóran KÍ-møguleika kontrar B68, og Niklas Joensen endar við at økja um leiðsluna fyri B68.

90.: 2-4! Páll Klettskarð hevur minkað um munin fyri KÍ, tá hann setir fótin á eitt innlegg.

90.: Liðugt, KÍ tapti 2-4 fyri B68.

 

--

 

ÍF - 07 Vestur 2-0 (1-0):

2.: 1-0! Dánjal á Lakjuni leggur heimaliðið fram um beinanvegin í dystinum.

6.: Rógvi Jacobsen og Kaj Ennigarð á beinkinum hjá ÍF, meðan Øssur Dalbú byrjar inni hjá fuglfirðingum.

7.: Teir báðir nýggju leikararnir hjá 07 Vestur eru ikki við í dag.

45.: Nú er hálvleikur í Fuglafirði. ÍF legði bragdliga fyri, men eftir málið royndi 07 Vestur at javna. Hóast møguleikar til tess eydnaðist hetta ikki. ÍF hevur eisini havt møguleikar at økja um leiðsluna, men enn er bara eittans málið komið í Fuglafirði.

72.: 2-0! Innskifti Rógvi Jacobsen varð feldur í feltinum, og Andy Olsen skorar við brotssparkinum.

83.: 3-0! So er sigurin heima. Ari Ellingsgaard leggur inn fyri, og rakar Ragnar Niclasen, sum beinir bóltin í egið mál. Harumframt er Jón Nielsen vístur av vøllinum fyri 07 Vestur, eftir at hann fekk sítt seina gula kort.

90.: Liðugt! Tað endaði 3-0 til ÍF.