15% í tvungnari eftirløn

Fíggjarmálaráðið hevur havt sítt útspæl til eina eftirlønarskipan. Ætlandi skulu 15% rindast í tvungnari eftirlønaruppsparing

Tað hevur verið ein sannroynd í fleiri ár, at eftirlønaruppsparingin í Føroyum hevur verið í minna lagi, og tí hevur verið arbeitt við spurninginum í longri tíð. Tað hevur tó ikki verið lætt at finna ein felags leist, men í gjár kom landsstýrið so við sínum útspæli innan økið.

Móttøkan, sum uppskotið fekk á fundinum við fakfeløgini var eitt sindur blandað, men í høvuðsheitum tykist semja vera um, at nakað má gerast. Í dag hava flestu feløgini eina eftirløn millum 6% og 18%, men framvegis eru tó einstøk feløg, sum als ikki hava eftirlølnaruppsparing.

Eftirlønarøkið er umfatandi og samansett, men í stuttum leggur leisturin hjá bólkinum upp til eina eftirlønarskipan, ið byggir á tríggjar súlur: almannapensión, persónlig eftirløn og frí uppsparing.

Málið hjá Fíggjarmálaráðnum er, at høvuðsábyrgdin fyri eftirlønini við tíðini skal flytast til tann einstaka. Á tann hátt ber til hjá hinum almenna at varðveita og menna vælferðartænasturnar til borgararnar í landinum.

Byrja verður at gjalda inn komandi ár, og inngjøldini verða árliga hækkaði til komið er uppá eitt nøktandi støði.

Meginparturin av hesi uppsparing skal gjaldast inn til eina lívrentu, tað er eina lívlanga veiting.