15 tangabilar við sild til Vestmanna

Vestmanna Seafood hevur ongantíð áður tikið ímóti einari so stórari nøgd av fiski frá einum skipi.

Seinasta leygardag landaði Tummas T. umleið 900 tons av sild. Teir royndu norðuri á 64 stigum, og miðalstøddin á sildini var 390 gram.

 

- Sum vanligt í hesum døgum, so máttu teir bíða í nakrar dagar eftir landingartørni. Umleið 600 tons vórðu framleidd á Faroe Pelagic í Kollafirði, og heili 15 tangabilar - ella millum 300 og 400 tons - vórðu koyrd til Vestmanna Seafood.

 

Vestmanna Seafood hevur ongantíð áður tikið ímóti einari so stórari nøgd frá einum skipi.

 

Eyðun Olsen, stjóri í Vestmanna Seafood, sigur við heimasíðuna hjá Varðanum í Gøtu, sum eigur Tummas T, at 25 fólk arbeiða á virkinum í Vestmanna í tveimum vaktum, og tilsamans eru 35 fólk knýtt at virkinum.