Fyri trimum árum síðani, samtykti løgtingið, at 15 ára gomul kundi fáa koyrikort til lítið prutl - tað eru prutl, sum koyra í mesta lagi 30 kilometrar um tíman, men trý ár skuldu ganga áðrenn nakað skuldi henda á økinum.
Nú er fer kvøldskúlin í Eystukommunu at hava skeið í koyrikorti til lítil prutl. Á heimasíðuni kommununar stendur, at frálæran er løgd til rættis við 27 skúlatímum á 45 minuttum. Her eru 15 tímar í ástøðisfrálæru og 12 tímar í verkligari koyrifrálæru. Er tú undir 18 ár, krevst eisini, at tú hevur verið á skeið í fyrstuhjálp. Endalig ástøðisroynd og verklig roynd verður á Akstovuni.
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, segði við info fyrr í vár, at hann væntar at hetta verður ein fyrimunur fyri ferðslutrygdina at 15 ára gomul sleppa at koyra prutl, tí so eru tey í betri venjing, og duga betri at koyra, tá ið tey so skulu taka koyrikort til størri akfør seinni í lívinum.
Annars heldur hann, at sum heild eru mannagongdirnar at gera nakað í Føroyum, rættiliga tvørligar, tí hann hevur roynt allar snildir at fáa hetta avgreitt.
– Málið um at lata 15 ára gomul taka koyrikort til lítil prutl, hevur tikið trý ár. Skuldu vit bygt eina mánarakett, hevði tað helst tikið fleiri ættarlið, helt landsstýrismaðurin turrisliga fyri.
Hann væntar eisini, at fer fyrst ein kommuna í holt við hetta, fer hetta at leggja trýst á aðrar kommunur um at seta tað í verk eisini, so at undirvísing fer at vera allastaðni, tá ið avtornar.