15 ára gamal stungin við knívi

Leygarnáttina framdi ein 14 ára gamal drongur grovan harðskap móti einum 15 ára gomlum, sum mátti leggjast undir skurð á landssjúkrahúsinum og misti sjónina í øðrum eyganum

 

Leygarnáttina klokkan 3 fekk løgreglan í Havn fráboðan um grovan harðskap, sum var framdur við knívi. Drongurin varð beinanvegin lagdur undir skurð á landssjúkrahúsinum, har hann var undir læknahond í tríggjar tímar.

Hann hevur fingið álvarsamt mein, tí álopið hevur verið ógvusligt. Fyrst varð drongurin stungin í vinstra eyga, og hann hevur mist sjónina. Eygað er ógvuliga illa farið, sigur Thorvald Lützen, ið er pápi drongin, sum varð álopin.

Síðani varð hann stungin einaferð í økslina og tvær ferðir í tjúkkan. Jakkin ber eisini merki eftir knívinum, sum ikki er komin ígjøgnum.

Konsert var í badmintonhøllini í Havn leygarkvøldið, og tað er her tilburðurin er farin fram. Álopið er framt beint frammanfyri pallinum, og tað var ein durðarvørur, sum varnaðist tilburðin og legði seg ímillum. Sum skilst so var stríðsmálið millum dreingirnar ikki nakað álvarsamt, men onkur lítil ósemja.

Ein 14 ára gamal kann ikki rættarsøkjast, og tí verður gerningsmaðurin ikki dømdur í hesum málinum. Lágmarkið er 15 ár. Løgreglan fer í dag, týsdagin, at kanna málið nærri, og tá verður greitt, um tað verður barnaverndin ella sosiala forsorgin, ið skal taka sær av dronginum víðari.