Í dag eru liðin 15 ár síðani »systemskiftið« 30. apríl 1998, tá Tjóðveldisflokkurin gjørdist stóri sigursharrin á valinum, og fullveldissamgongan varð skipað.
Stórar broytingar vóru á hesum løgtingsvali. Størstu framgongdin hevði Tjóðveldisflokkurin, sum gekk 10,1 prosent fram og fór frá fýra tingessum til átta. Næst størstu framgongdina hevði Javnaðarflokkurin, sum gekk 6,5 prosent fram og fór frá fimm til sjey tingsessir. Triðstørstu framgongdina hevði Fólkaflokkurin, sum gekk 5,3 prosent fram og fór frá seks til átta tingsessir.
Størstu afturgogndina hevði Verkamannafylginin sum gekk 8,7 prosent aftur og misti sínar tríggjar tingessir.
Sambandsflokkurin, sum undir leiðslu Edmund Joensen, løgmanni, gekk 5,4 prosent aftur og fór frá átta til tingsessir.
Sjálvstýrisflokkurin gekk tvey prosent fram og varðveitt sínar tveir tingsessir, meðan Miðflokkurin gekk 1,7 prosent aftur og misti annan tingsessin.
Kristiligi Fólkaflokkurin misti 3,8 prosent og báðar tingsessirnar.
Av teimum, sum vóru nývaldir á ting tá, sita fýra framvegis á tingi.
Teir eru:
Alfred Olsen, Sambandsflokkurin
Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin
Høgni Hoydal, Tjóðveldi
Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi
Umframt hesar fýra eru bert fýra tingmenn í dag, sum vórðu valdir áðrenn valið í 1998. Teir eru:
Poul Michelsen, Fólkaflokkurin/Framsókn
Henrik Old, Javnaðarflokkurin
Jenis av Rana, Miðflokkurin
Bjarni Djurholm, Fólkaflokkurin
---------
Í yvirlitinum niðanfyri síggja vit, nær tey tingfólk, sum sita í tingi í dag, eru vald fyrstu ferð. Summi hava verið út aftur og eru afturvald seinni. Men vit hava listað tey upp eftir, nær tey eru vald fyrstu ferð.
1 Poul Michelsen, Framsókn, 1984
2 Henrik Old, Javnaðarflokkurin, 1984
3 Jenis av Rana, Miðflokkurin, 1994
4 Bjarni Djurholm, Fólkaflokkurin, 1994
5 Alfred Olsen, Sambandsflokkurin, 1998
6 Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, 1998
7 Høgni Karsten Hoydal, Tjóðveldi, 1998
8 Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi, 1998
9 Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin, 2002
10 Kristina Háfoss, Tjóðveldi, 2002
11 Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin, 2002
12 Bill Justinussen, Miðflokkurin, 2004
13 Gerhard Lognberg, Javnaðarflokkurin, 2004
14 Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi, 2008
15 Rósa Samuelsen, Sambandsflokkurin, 2008
16 Eyðgunn Jana Samuelsen, Javnaðarflokkurin, 2011
17 Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin, 2011
18 Edva Jacobsen, Sambandsflokkurin, 2011
19 Elsebeth Mercedis, Gunnleygsdóttur, Fólkaflokkurin, 2011
20 Hanus Samró, Fólkaflokkurin, 2011
21 Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin, 2011
22 Kristin Michelsen, Javnaðarflokkurin, 2011
23 Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin, 2011
24 Gunvør Balle, Tjóðveldi, 2011
25 Sirið Stenberg, Tjóðveldi, 2011
26 Janus Rein, Uttanflokka, 2011
27 Eivin Jacobsen, Sambandsflokkurin, vara
28 Reimund Langgaard, Sambandsflokkurin, vara
29 Jóna Mariusardóttir Mortensen, Sambandsflokkurin, vara
30 Rodmundur Nielsen, Fólkaflokkurin, vara
31 Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin, vara
32 Joen Magnus Rasmussen, Fólkaflokkurin, vara
33 Kristianna Winther Poulsen, Sjálvstýrisflokkurin, vara