15 milliónir hoyrdu um G! 2012

Í samband við G! í summar var ein hópur av útlendskum fjölmiðlafólkum í Føroyum fyri at skriva um festivalin, kunna seg við føroyskan tónleik, føroyska mentan og samfelagið annars. Umleið 15 milliónir fólk hava hoyrt, lisið ella sæð okkurt um festivalin í summar, flestu av hesum í Europa.

Hetta stendur at lesa í eftirmetingini hjá The Rocking Factory, ið er PR felagið, sum samskipaði fjølmiðlavitjanirnar á G! í ár. Fjølmiðlavitjanirnar vóru partur av nýggja FAME samstarvinum. FAME stendur fyri ‘Faroe Islands Alliance for Music Export’ og er eitt samstarv millum G!, TUTL og Promote Faroe Islands hjá Løgmansskrivstovuni.

Kendastu miðlarnir, ið skrivaðu um G! í summar vóru uttan iva Billboard Magazine og Wired Magazine, sum eru millum kendastu tíðarrit í heiminum innan ávikavist populeran tónleik og tökni/lívstíl. Umframt hesar vóru eisini tjóðarútvarpið úr Eysturríki, sveisiskt tjóðarútvarp, danskt tjóðarútvarp, lokalt útvarp úr Berlin, Hollendska “Gaffa” (OOR), stóra belgiska avísin De Morgen, umframt bæði kendir og minni kendir bloggar úr Hollandi, Eystrurríki, Onglandi og Frankaríki.