15 miljónir til útstykkingar

Størstu íløgurnar á fíggjarætlanini hjá Sunda kommunu fyri 2022 fara til útstykkingar.

Seinastu árini er størsti parturin av íløgukarminum hjá Sunda kommunu farin til at byggja nýggja Skúlan við Streymin, har eisini ítróttahøll er bygd, og síðan eru íløgur farnar til at gera ítróttaøkið við Margáir liðugt.

 

- Av hesi orsøk hava vit ikki framt nakrar størri útstykkingar, og tískil hevur eisini verið eitt avmarkað útboð hjá fólki, ið ynskja at seta búgv í kommununi.

 

Tað siga tey í Sunda kommunu í dag, har tey hava samtykt fíggjarætlanina fyri 2022.

 

- Vit hava sett okkum fyri at bøta munandi um støðuna og hava samtykt at seta heili 15 miljónir krónur av til útstykkingar á fíggjarætlanini. Byrjað verður á Oyrarbakka, har kommunan hevur í hyggju at keypa eitt øki báðu megin landsvegin.

 

Í Sunda kommunu vísa tey á, at gongst sum tey ætla, verða tey fyrstu av 20–25 grundstykkjum í hesum øki boðin út í komandi ári.

 

- Í fyrstu syftu verður hugsað um privata sethúsabygging, men kommunan samskiftir eisini við byggivinnuna um, hvørjir aðrir møguleikar eru.

 

Samstundis arbeiða tey í Sunda kommunu eisini við møguleikanum at keypa óbygd grundstykkir aftur fyri at gera tey byggibúgvin og selja tey út aftur.

 

- Hetta verður gjørt fyri at kunna bjóða kommunal byggiklár grundstykkir í flestu bygdum í kommununi, verður lagt aftrat.

 

Seinastu árini er størsti parturin av íløgukarminum farin til nýggja Skúlan við Streymin.