15 km á fjallasúkklu

Leygardagin kl. 13.00 skipar Tórshavnar Súkklufelag fyri kapping í fjallasúkkling - mountabike

Súkkling

Í TSF verður sagt, at nýggja kappingin er enn ein liður í royndunum at draga fleiri ungfólk at súkkluítróttini. Fjallasúkklurnar eru helst tað slagið av súkklum, sum eru mest vanligar millum ungdókin, og tí verður hildið, at ein kapping í hesi súkklugreinini er rættiliga uppløgd.
Júst um veturin er kanska ikki besta tíðin at kappast á súkklu. Men hóast illsligt, so ber væl til at venja, og tá eru kappingar hóast alt eisini eggjandi.
Kappingin hesaferð verður skipað millum unglingar og vaksin, og verður súkklað á teininum kring Studentaskúlan í Hovyík, soleiðis sum tað framgongur av kortinum her á síðuni. Rutan, sum súkklað verður eftir, er hálvan annan kilometur, og skal hendan koyrast 10 ferðir.