TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu Hilmar Jan Hansen gjørdi við Eggaba Andreassen aftaná tað var staðfest, at Føroyar hava vunnið 15 heiðursmerki í bogaskjótingini. Talan er um sjey gull, eina silvur og sjey bronsu.
Eggaba Andreassen er ovurfegin um avrikið, og hann heldur, at føroysku bogaskjúttararnir hava revanserað seg væl aftaná sløku oyggjaleikirnar á Jersey fyri tveimum árum síðani.
Hann slær fast yvirfyri bogaskjúttunum, sum hava vunnið heiðursmerki, at tey skulu ikki halda aftur við at gráta av gleði, tá tey fáa heiðursmerki um hálsin, tí talan um ein sannan heiður.
Eggaba Andreassen sigur, at hann hevur í vikuni prátað við umboðini fyri Tórshavnar kommunu, sum lovar bót og bata við umstøðunum. Eggaba Andreassen greiðir frá, at talan er um eitt økið úti í Havnardali, men enn manglar at fíggja tað.
- Tann dagin vit hava optimalar umstøður verður tað synd í hinum oyggjunum, tí tá verður einki til tey, slær Eggaba Andreassen fast.