Hon vann allar einstaklingakappingarnar í frí, í firvald og blandað og var við í teimum trimum liðsvimjingunum, sum kvinnurnar í Havnar Svimjifelag eisini vunnu. Í alt rakk tað til 15 gullheiðursmerki til Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, sum er einaráðandi á hesum teinum, og tað hevur hon verið seinastu árini.
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard var ikki tilmeldað í rygg- og bringukappingunum.
Er Vár Erlingsdóttir Eidesgaard drotningin í frí-, firvald og blandaðari svimjing, so hava Ægir hvør sína svimjudrotning í bringu og rygg. Í bringu vann Rebekka Trygvadóttir allar tríggjar kappingarnar í 50-, 100 og 200 metrum, meðan Signhild Joensen vann allar kappingarnar í rygg.