Í dag vunnu føroyingarnir fimtan gull, trý silvur og tvey bronsuheiðursmerki í kappingini um DM í Kettlebell í Næstved í Danmark.
Kettlebell kappingin er undir fegagi, sum kallast IKFF (International kettlebell and fitness federation), sum er alheimskent felag. Kappingin verður hildin í Næstved, Sjællandi við tí fyri eyga at hækka støði í ítrottinum, og fyri at samla kettlebell áhugaði fólk í Danmark og úr norðanlondum.
- Tað er ein blandingur av ymiskum fólki. Vit hava fimileikarar, rógvarar og ein gamlan Judo meistara So tað er ein góð cocktail, greiðir Eyðun Mortensen, venjari í Fullpower Føroyar, frá.
Í eini slíkari kapping, venur man eina venjing í 5 ella 10 minuttir, uttan at steðga ella seta kúlurnar frá sær. Hesar venjingarnar eita snatch, jerk, long cycle og biathlon sum er ein samling av snatch og jerk.
Til eina kapping verður bólkaður í tyngdar- og aldursbólkar. Ung fólk og konufólk kappast aloftast við kúlum, sum viga 12, 16 ella 20 kilo. Mannfólk haraftur móti brúka oftast 24, 28 ella 32 kilo, greiðir Eyðun Mortensen frá.
Tað gongur simpulthen út uppá at lyfta so ofta sum tilber uppá 5 ella 10 minuttir, sigur hann.
Hesi vóru føroysku avrikini:
Biatlon Jerk (tvær kúlur at lyfta í tveimum í 10 minuttir)
Sonni Eliasen – 24 kilo / 81 ferðir
Eyðun Mortensen – 24 kilo / 55 ferðir
Long Cycle
Ella K. Jógvansdóttir – 16 kilo / 111 ferðir
Katarina Viðoy Simonsen – 16 kilo / 62 ferðir
Marjun Sólstein – 16 kilo / 97 ferðir
Single Long Cycle
Unnur Fonn – 16 kilo / 74 ferðir
Helena Kallsberg – 16 kilo / 93 ferðir
Barbara Viðoy Simonsen – 16 kilo / 58 ferðir
Jessica Hallursdóttir – 16 kilo / 114 ferðir
Mia V. Staksá – 20 kilo / 85 ferðir
Judit Eliasen – 20 kilo / 104 ferðir
Snatch only
Sonni Eliasen – 24 kilo / 163 ferðir
Eyðun Mortensen – 24 kilo / 140 ferðir
Kristian Linklett Mortansson – 16 kilo / 120 ferðir
Kristvør Mohr – 16 kilo / 94 ferðir
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein – 24 kilo / 130
Magnus Pauli Glerfoss – 24 kilo / 78 ferðir
Strong Women
Mia Viðoy Staksá – 41 ferðir
Judit Eliasen – 36 ferðir
Strong Men
Eyðun Mortensen – 37 ferðir
Magnus Pauli Glerfoss – 35 ferðir
Svein Rógvi Nielsen Ljósstein – 29 ferðir
Kristian Linklett Mortansson – 26 ferðir










