15. ferðin var óeydnisferðin hjá Liverpool

Hýrurin millum Liverpool viðhaldsfólkini er ikki góður um vikuskiftið. Hóast uppgerðin var á útivølli, so var Liverpool stórfavorittur undan royndini ímóti Reading. Men vertirnir vístu onga náði. Reading vann 3-1. Eftir fyrra umfarið stóð tað á jøvnum 1-1.

Hetta var 15. landskappingardysturin hjá Liverpool í hesum kappingarárinum, og hetta var fyrsta ferðin, at teir reyðu einki fingu burturúr. Frammanundan høvdu teir vunnið átta ferðir og spælt seks ferðir javnt.

Dómarin var ikki í parti við Liverpool, tá ið Reading setti hol á. Íslendski Brynjar Gunnarsson varð óregluliga steðgaður uttanvert brotsteigarmarkið av James Carragher. Íslendingurin small í svørðin væl innanfyri brotsteigarmarkið, og dómarin peikaði á ellivu metra blettin. Steven Hunt umsetti til mál. Tá var eitt korter farið.

Eftir hálvan tíma javnaði Liverpool liðformaðurin Steven Gerrard, eftir at spanski álopsspælarin, Fernando Torres, hevði syrgt fyri uppspælinum.

Men Liverpool tók ikki av, hóast teir høvdu leikliga yvirvág, og í 2. hálvleiki skoraði Reading tvær ferðir.

Ein tími var farin, tá ið Kevin Doyle við høvdinum stýrdi frísparksinnleggi í málið, og James Harpers rann frá Liverpool verjuni, áðrenn hann økti til 3-1.

Liverpool royndi at leggja trýst á síðstu løtuna, men eydnan var ikki við. Tvær ferðir sang tað í trærammuni.

Liverpool tapið ber við sær, at tað nú bara er Arsenal, sum ikki hevur tapt í hesum kappingarárinum. Arsenal fer í morgin at spæla á útivølli ímóti Middelsbrough.