15 fakfeløg átala harðliga Eilif Samuelsen

15 fakfeløg mátmæla nú framferðini hjá landsstýrismanninum, Eilif Samuelsen, í samband við verkfallið hjá lærarunum á Studenta- og HF-skúlunum. Feløgini gevur lærarunum sín fulla stuðul

Undirritaðu fakfeløg geva við hesum Yrkisfelag Studentaskúla- og HF-lærara okkara fulla stuðul í sambandi við tiltøk teirra, nú Landsstýrið hevur brotið galdandi avtalur.


Vit átala harðliga, at Eilif Samuelsen, landsstýrismaður við ábyrgd fyri skúlaverkinum, noktar at taka upp samráðingar við Yrkisfelagið, fyri at finna eina loysn á trætuni. Tí landsstýrismaðurin, Eilif Samuelsen, átti at vitað, at stívrenda framferð hansara fær álvarsligar avleiðingar


Framferðin hjá Eilif Samuelsen, landsstýrismanni, í fjkølmiðlunum, tá hann tykist skjóta ábyrgdina av málinum yvir á annan landsstýrismann, er ódámlig. Somuleiðis hoyrir niðrandi orðalagið, ið landsstýrismaðurin hevur brúkt í fjølmiðlunum um fakligu tiltøkini hjá Yrkisfelagnum, ongastaðni heima.


Vit fara við hesum at heita á Eilif Samuelsen, landsstýrismann, um at síggja álvarsemið í málinum, og bera so í bandi, at næmingarnir á HF- og Studentaskúlunum sleppa til arbeiðis aftur.


Tórshavn tann 22. januar 1998



Vegna

Starvsmannafelagið

Sjúkrasystrafelag Føroya

Føroya Pleygarafelag

Føroyskir Ergoterapeutar

Føroya Postfelag

Apoteksassistentarnir

Føroyskir Sjúkrahúslaborantar

Magistarafelag Føroya

Føroya Sjúkrahjálparafelag

Føroyskir Fysioterapeutar

Ljósmøðrafelag Føroya

Økonomafelag Føroya

Føroya Verkfrøðingafelag

Føroyskir Radiografar