Í morgin letur stór fiskivinnuráðstevnu upp í Brüssel, við heitinum European Seafood Expedition. Við á ráðstevnuni eru 15 føroyskar fyritøkur, sum síggja stórar framtíðar møguleikar í luttøkuni.
Fyritøkan Sansir virkar sum samskipari av føroysku luttøkuni í Brüssel, og tær 15 fyritøkurnar halda til í 10 ymiskum básum.
-Føroysku fyritøkurnar hava tikið sera væl ímóti hesum møguleikanum, sigur Lena L. Mohr, samskipari. Hon vísir á, at fleiri fyritøkur eru við í ár enn undanfarnu ár.
Tær 15 fyritøkurnar hava eisini stórar vónir fyri, at samstarvsmøguleikar spyrjast burturúr ráðstevnuni.
-Hetta er ein tann størsta ráðstevnan av hesum slag í heiminum, og tískil hava føroysku fyritøkurnar stóran møguleika fyri, at byggja eitt samstarv upp við útlendskar fyritøkur, sigur Lena L. Mohr.
Ráðstevnan byrjar í morgin klokkan 09, og heldur fram til hósdagin.