15 deyð av kulda í Pólandi

Síðstu nátt doyðu 15 fólk í kulda í Pólandi, og í desember eru tilsamans 49 fólk deyð av kulda í landinum. Tað er kalt nógvastaðni í Evropa í hesum døgum, og í Pólandi doyðu 15 fólk seinastu nátt, tá tey frystu í hel.

Í onkrum pørtum av Pólandi vóru út við 20 kuldastig.

Løgreglan í Pólandi heitir á fólk, sum síggja heimleys ella ávirkaðar persónar úti á gøtuni, um at siga frá.

Løgreglan upplýsir, at tilsamans 49 fólk eru deyð av kulda í Pólandi síðan byrjanina av desember.