Iranski herflotin hevur tikið 15 bretskar herflotamenn í Persiska Flógvanum. Bretska herleiðslan sigur, at teir bretsku herflotamenninir vóru á kanningarferð í irakskum sjógvi tætt við iranska markið, tá servandir iranskir hermenn tóku teir.
Sambært bretsku herleiðsluni høvdu teir bretsku herflotamenninir júst kannað eitt farmaskip, tá teirra gumibátar bráfliga vórðu kringsettir og fingu boð um at sigla inn um iranska markið.
Úr London frættist, at stjórnin hevur vent sær til iranska sendiharran har við kravi um, at herflotamenninir verða latnir leysir alt fyri eitt.










