Um vikuskifti hevur ítróttarstevnan Reykjavík International Games verið í Reykjavík, og hevur tað hilnast væl hjá føroysku luttakarunum. Føroyingar hava luttikið í badminton, judo og svimjing.
Í badminton luttóku føroyingar í aldursbólkunum U11, U13, U15 og U17, og hava teir tilsamans vunnið heili 15 heiðursmerki, seks gull og níggju silvur.
Í U13-kappingini vunnu føroysku unglingarnir fimm gullheiðursmerki og trý silvurheiðursmerki í A-flokkinum, umframt eitt silvurheiðursmerki afturat í B-flokkinum.
Í U15-kappingini gjørdist tað ein gull og ein silvur í A-flokkinum, umframt eina silvur í B-flokkinum.
Í U17-kappingini vunnu føroyingar tvey silvurheiðursmerki í A-flokkinum og eitt silvurheiðursmerki í B-flokkinum.
Serliga í U13-kappingini gjørdu føroysku luttakararnir um seg. Teir vunnu nevniliga øll fimm gullheiðursmerkini, umframt trý av silvurheiðursmerkjunum í A-flokkinum. Ari Nandy vann trý gullheiðursmerki sjálvur.