15 ára gomul donsk genta tikin við spreingievni

 

Ein 15 ára gomul genta er í kvøld handtikin í Danmark fyri at hava royndarsprongt bumbur, at hava spreingievni og at stuðla yvirgangi, sigur danska TV2.

 

15 ára gamla gentan er kort síðani umvend til islam. Hon verður væntandi grundlógaravhoyrd hósdagin.

 

Løgreglan hevur í dag arbeitt saman við spreingievnisserfrøðingum á eini adressu í Kundby, nærindis Holbæl á Sjællandi.