15 ár síðani VB tók øll á bóli

Í dag eru 15 ár síðani, at VB vann einasta FM heitið í søgu felagsins

Hvat gjørdi tú fyri júst 15 árum síðani? Í Vági munnu tey flestu minnast, tí tað var dagurin, tá VB við sigri á B36 í Gundadali vann FM.

 

Tað var og er higartil einastu ferð, at felagið hevur vunnið FM. Tað kom heldur óvart á, at teir skuldu vinna FM tað árið. Men sum árið gekk, so sást at knotur vóru í monnunum á VB liðnum.

 

HB hevði munin til næst seinasta leikumfar, men misti sigurin á grannunum úr B36 í evstu løtu. Tá so VB samstundis vinnur 4-1 á B68, er VB oddalið undan seinasta leikumfari.

 

Í Gundadali vinnur VB 2-1 á B36. Robert Cieslewicz og Krzysztof Popczynski skjóta málini fyri VB. Gullveitslan ber orð á sær, fyri at hava verið ein tann besta veitslan fólk har suðri vita um.

 

Kringvarpið gjørdi í fjør eina útvarpssending um serstaka FM liðið hjá VB. Sendingin kann hoyrast við at trýsta HER.