Hesi næstu fimm árini, frá 2011 til 2015 skulu 144 milliónir krónur brúkast til at útvega menningartarnaðum íbúðir. Tað er ætlanin hjá Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu í almennamálum.
Men Løgtingsval verður í seinasta lagi í januar í 2012 og so er spurningurin um tann næsta samgongan fer at taka hesa raðsfestingina til sín, ella um hon verður broytt.
Tað er Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, sum hevur spurt, hvussu samgongan raðfestir íbúðir til menningartarnað.
Rósa Samuelsen sigur, at hetta er eitt øki, hon raðsfestir rættiliga frammaliga og næsta ár er ætlanin at brúka 36 milliónir krónur til enamálið og til og við 2015, er ætlanin at brúka tilsamans 144 milliónir.
Av hesum er ætlanin at brúka 54 milliónir krónur til bústaðir til børn og
vaksin við menningartarni kring um í landinum, bæði í Norðoyggjum, í Eysturoy, Í Havn, í Streymoy annars og í Suðuroy.
Harumframt verður arbeitt víðari at fáa lógina um lutaíbúðir fyri tingið, soleiði sum ætlanin hevur verið leingi.
Landsstýriskvinnan staðfestir, at hendan lógin eisini skal vera fólkum við serligum tørvi at frama, her undir fólk við menningartarni.