14,2 miljónir krónur fyri depil á Sandi

- Byggingin av Virknis-og Umlættingardeplinum á Sandi er í tráð við tíðarætlanina, sigur Landsverk.

- Tað gongur væl við byggingini av Virknis- og Umlættingardeplinum á Sandi. Bygningurin er nú reistur og innilokaður. 

 

Tað er skoðsmálið, ið Landsverk sum byggiharri gevur verkætlanini, ið Sp/f VD hjá Valbirna Dalsgarð stendur fyri á Sandi.

 

Landsverk leggur aftrat, at byggingin er í tráð við tíðarætlanina. Stoypiarbeiðið varð liðugt seint í heyst, og somuleiðis eru bæði betong-, timbur- og takelementir gjørd.

 

- Miðað varð ímóti at loka bygningin inni fyri jól, og hóast veðrið hevur verið sera ivasamt, hevur hetta eydnast.

 

Landsverk sigur, at endamálið við Virknis- og Umlættingardeplinum er at skapa eitt heimligt umhvørvi fyri yngri íbúgvar við ymiskum upplivingum við mennandi innihaldi.

 

- Depilin er ætlaður børnum og ungum við menningartarni, autismu, rørslutarni og sálarsjúku, og pláss verður fyri átta íbúgvum.

 

Landsverk leggur aftrat, at undirarbeiðstakarar eru Tórhallur Hansen (jørðarbeiði), Rólant Vidtfelt (hvs), ELFO (el) og Niels Sørensen (máling).

 

Kostnaðarætlanin fyri Virknis-og Umlættingardepilin á Sandi er 14,2 miljónir krónur.