140 konur á bindikafé

Lekrar køkur, hugnaligt stokkaklirr og góð ráð frá stylisti settu dám á, tá meir enn 140 kvinnur hittust á bindikafé í Klaksvík í gjárkvøldið



Tað minti mest um Føroya størsta bindiklubba, tá kvinnur úr øllum landinum høvdu leitað sær norð til Kaksvíkar á stóru bindikaféina í gjárkvøldið, sum Norðoya Kunningarstova skipaði fyri. Onkrar høvdu nýtt høvi at savna vinkonurnar til eitt hugnakvøld, meðan aðrar høvdu skundað undir sín gamla bindiklubba og gjørt løtuna til ársins bindiklubbakvøld. 



Ikki eitt orð um kaloriur

Hóast ongin treyt var at hava stokkar við, hoyrdist hugnalig stokkaklirr afturvið prátinum, meðan bíða var í spenningi eftir einum av hæddarpunktunum á kvøldinum. Mitt í rúminum stóð nevniliga eitt óvanliga leskiligt køkuborð, sum tað sømir seg einum røttum bindiklubba. Tað serliga við hesum køkuborðinum var tó, at allar køkurnar vóru eftir uppskriftum úr nýggju bókini Søtt og Leskiligt, sum Jóhanna á Tjaldrafløtti og Elisabeth Akursmørk júst hava givið út. Og meðan Jóhanna á Tjaldrafløtti greiddi frá bókini og gav góð ráð um baking, stóu kvinnurnar í røð fyri at royna mongu og ymisku køkusløgini.

Sjálvt um bøkurnar hjá Jóhonnu og Elisabeth higartil hava snúð seg um sunnan mat, minti Jóhanna á, at tað eisini skal vera pláss fyri løtum, har tú ikki hugsar um vekt og kaloriur.

Skuldi onkur allíkavæl havt fingið ringa samvitsku, vóru góð ráð at heinta hjá lit- og stíl ráðgevanum Lydiu Petersen, sum eisini var komin á bindikafé í gjárkvøldið. 



Hent stíltips

Tað var hugaligt at hoyra Lydiu greiða sannførandi frá, at óneyðugt er at ganga og argast inn á síni tjúkku bein, lítlu bringu, stutta háls, breiðu lendar ella hvat vit nú ofta kundu ynskt okkum øðrvísi. Við røttum litum og sniðum ber til at fjala tað, vit helst ikki vilja vísa og framheva tað, vit eru errin av.

Ikki minst áhugavert var tað at hoyra Lydiu greiða frá, hvat vit eiga at hugsa um, áðrenn vit velja eitt ávíst snið ella mynstur til bundnu troyggjuna. So sjálvt um eitt stórmynstrut beristykki kann vera sera vakurt, er tað ikki júst tað, tann herðabreiða kvinnan tekur seg best út í. Hinvegin eru raglantroyggjur sum gjørdar til hana, tí tær eru við til at smalka herðarnar. Og soleiðis helt Lydia á at geva góð og hent ráð, so tað neyvan mundi vera nøkur kvinna, sum ikki fekk okkurt gott tipsið við heim hetta kvøldið. 



Avslappandi hondarbeiði

Tað var Meiken Steinberg, leiðari á Norðoya Kunningarstovu, sum saman við Lydiu Petersen, hevði fingið hugskotið til stóru bindikaféina.

Meiken Steinberg minti á, at í hesum stressaðu tíðum, eru tað nokk fá sum geva sær far um, at binding og hondarbeiði er nakað av tí mest avslappandi, tú kanst fara í holt við

- Tað er, sum um allir fløktir tankar um arbeiði, og hvussu alt nú annars skal kunna hanga saman, hvørva, tá tú setur teg við stokkunum. Í staðin gleðir tú teg um at sita og skapa eitt plagg, og hugsar kanska um ein, tú ert góð, og og sum skal eiga plaggið, segði Meiken Steinberg.

Hon fjaldi heldur ikki yvir, at hon var rættiliga errin av at verða ferðavinnuleiðari í einum býi, sum hevur ikki færri ein tveir handlar, sum veruliga hava gjørt tógv og binding til sítt serøki.

- So eg skilji væl, hví kvinnur koma langvegis frá til Klaksvíkar at keypa tógv. Tað er neyvan ov nógv sagt, at Klaksvík er okkara hondarbeiðshøvuðsstaður, tí kvinnur her norðuri eru eisini tiltiknar fyri at gera bæði nógv og vakurt hondarbeiði, segði Meiken Steinberg.

Undirtøkan til bindikaféina gjørdist munandi størri, enn fyrireikararnir høvdu ímyndað sær. Tá 140 kvinnur høvdu teknað seg til tiltakið, varð neyðugt at gera ein bíðilista, sum bara gjørdist longri og longri.

Tí hevur Meiken Steinberg gjørt av at skipa fyri enn eini bindikafé í Klaksvík tann 20. november.