Í tíðindaskrivi frá Vinnuhúsinum stendur at lesa, at íslendingar hava útflutt 9.600 tons av feskum fløkum við flogfari í 10 mánaðir í 1999. Hetta er ein øking uppá 26% sammett við 1998, upplýsir Íslendska blaði Fiskifrettir.
Leiðin flogførini hava hildið, er m.a. Grimsby, London í Bretlandi, Brussel, Luxenburg á evropeiska meginlandinum, Houston og Meksiko í Amerika. Sambært íslendsku Hagstovuni, er virðið á feskum fløkum flutt loftvegis munandi hægri enn virðið á feskum fløkum flutt sjóvegis.
Ferðafólk fyrst
Føroyskir framleiðarar hava í fjør flutt umleið 14 tons av fiskavørum loftvegis. Flutningurin hevur sum heild gingið væl, men av tí, at fiskurin fyrst skal flytast til Danmarkar og síðani til móttakaraland t.d. Bretlands, er vandið fyri, at fiskurin kann koma at standa eftir í Danmark. Orsøkin er, at flogfeløgini raðfesta ferðafólkini hægri enn farm. Er ikki pláss fyri farmi ein túr, kann hann standa eftir til næsta túr, og tað tola fiskavørur í mongum førum ikki.
Fiskur er eisini farin til Aberdeen við flogfari í summarhálvuni, men tá hava ávísir trupulleikar verið, tí einki heilsufrøðiligt eftirlit er á flogvøllinum í Aberdeen. Føroyskir framleiðarar hava eisini fingið ein betri prís fyri fesk fløk flutt loftvegis, men nettoúrslitið hevur ikki verið hægrið enn um flutt var við skipi sum vanligt, av tí at flutningur við flogfari er dýrari.
Fyrimunirnir hjá íslendingum er, at flogsambandið er beinleiðis til marknaðin og teir sleppa undan at umskipa fiskin millum flogfør. Føroyskir framleiðarar meta ikki, at tað er ráðiligt at gera nógv við flutning loftvegis, so leingi samband ikki er beinleiðis til marknaðin.