14 summartúrar við Tjóðsavninum

Uppliva og lær um náttúruna saman við einum serfrøðingi

Aftur í ár skipar Tjóðsavnið fyri túrum, har til ber hjá fólki at fáa ein túr saman við einum serfrøðingi frá Tjóðsavninum. Tilsamans verður skipað fyri 14 túrum við ymiskum evnum ymsastaðni í Føroyum. Talan er umbólkatúrar, har bólkarnir eru smáir, so lætt er hjá vegleiðaranum at samskifta við øll á túrinum. Hetta er ein sera góður møguleiki hjá fólki, at fáa betur innlit í nátturu og mentan okkara. Túrarnir eru ætlaðir vaksnum og størri børnum.

 

Skipað verður fyri fuglatúrum, fjørutúrum, skordýratúrum, plantutúrum, rundvísing í Hoyvíksgarði og rundvísing á fornfrøðiliga útgrevstrinum Niðri á Bakka á Velbastað.

 

Til ber at tekna seg til túrarnar á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn, og er kostnaðurin kr. 50.- fyri hvønn luttakara. Leinkja til tilmelding er eisini á heimasíðu Tjóðsavnsins: www.tjodsavnid.fo

 

Leinkja til tilmelding: https://visittorshavnshop.fo/