14 stig í 8 dystum

Talan er um framúr avrik hjá Kyndli, nú liðið hevur spælt seg í FM-finaluna

Tað var nú ikki tað, sum Kyndils-viðhaldsfólkini mundu droyma um, tá tey vaknaðu mánamorgunin 8. januar. Kyndil hevði tá tapt fyrsta dystin í endaspælinum móti H71. Og sum um hetta ikki var nóg mikið, so var liðið á aftasta plássinum í Atlantic Airways-kappingini.
Tað var greitt, at nakað serligt skuldi til, og hetta hevur Kyndil so sanniliga leverað síðani. Tvær ferðir hevur liðið spælt javnleik móti KÍF, men í aðrar mátar hevur talan bert verið um sigrar. Og fleiri av hesum á sannførandi hátt, har vilji og skjótt spæl hava køvt royndunum hjá mótstøðuliðunum.
Sum so er eingin dystur týdningarmiklari enn nakar annar, men skulu tvær uppgerðir takast framum, so eru tað helst útidysturin móti StÍF og heimadysturin móti VÍF. Á Skála hevði Kyndil veruliga knívin á barkanum, men liðið reisti seg við einum tryggum sigri.
Í heimadystinum móti VÍF tóktust gestirnir stýra væl og virðiliga móti sigrinum, men seinastu 10 minuttirnar vendi Kyndil øllum í berum treiskni. Tvey avrik, sum veruliga sýna mentalu styrkina, sum Kyndil tykist hava.
Og so kann til stuttleikar nevnast, at meðan seinastu 8 dystirnir altso hava givið 14 stig, so góvu teir fyrstu 11 bert sjey av slagnum.
Og við listanum niðanfyri í huga er einki løgið, at Hans Áki Dal Christiansen eftir dystin staðfesti:
- Sjálvsálitið hjá okkum er í topp. Og vit ivast ikki í, at vit kunnu fara allan vegin.

Endaspælið hjá Kyndli:
07.01H71-Kyndil30-28
14.01Kyndil-Neistin35-30
20.01KÍF-Kyndil34-34
28.01StÍF-Kyndil26-31
03.02Kyndil-VÍF35-30
18-02Kyndil-H7133-25
25.02Neistin-Kyndil25-33
04.03Kyndil-KÍF31-31
11.03Kyndil-StÍF30-22
18.03VÍF-Kyndil??-??


Støðan tann 8. januar
Nr.LiðStig
1VÍF11
2StÍF7
3Neistin6
4KÍF5
5H715
6Kyndil 4