14 íslendingar í Listaskálanum


Í dag, leygardagin, letur ársins fyrsta listaframsýning upp í Listaskálanum í Havn. Latið verður upp klokkan 16.00. Hetta er ein sera fjølbroytt listaframsýning við 14 ymiskum listafólkum av Akureyri.
Borgarstjórin á Akureyri, Kristján Þór Júlíusson, setir framsýningina og bjóðar øllum vælkomnum at skoða listaverkini hjá listafólkunum av Akureyri.
Tey fjúrtan listafólkini reka saman gallaríið Samlagið í tí tiltikna listaumhvørvinum ?Listagilinum? á Akureyri.
Við á framsýningini verða Anna María Guðmann (akrýlmálningar), Anna Sigríður Hróðmarsdóttir (leirlist, steintoy og postalín), Anne Kampp (Leirlist), Einar Helgason (vatnlitamálningar), Guðmundur Ármann Sigurjónsson (oljumálningar), Hadda (akrýl og damask), Halldóra Helgadóttir (oljumálningar), Hrefna Harðardóttir (steintoy), Jonna (akrýlmálningar), Ragnheiður Tórsdóttir (vovnar myndir), Rósa Kristín Júlíusdóttir (pappírsteppi), Sigríður Águstsdóttir (keramikkur og leirlist), Sigurveig Sigurðardóttir (akrýl- og oljumálningar) og Sveinbjørg Hallgrímsdóttir (grafikkur).