Ein 14 ára gamal drongur í Brasil viðgongur at hava myrt 11 fólk í ár Brasilska løgreglan sigur, at drongurin hevur arbeitt hjá rúsevnaharkaliðum í landssynningspartinum av landinum.
Rúsevnaharkaliðini brúktu drongin til at krevja pengar inn fyri seg og at revsa tey, sum høvdu ilt við at halda sínar gjaldsskyldur.
Løgreglan tók tann 14 ára gamla drongin og tveir av vinmonnum hansara í býnum Vittorio norðan fyri Rio de Janeiro. Løgregluovastin í býnum sigur seg vera skelkaðan av, at ein so ungur drongur skal hava tikið lívið av 11 fólkum.