Í gjárkvøldið tók løgreglan í amerikanska býnum Plymouth tann 14 ára gamla drongin, og heima hjá honum funnu løgreglumenninir tað, ið minti mest um eina vápnagoymslu. Har vóru millum annað ein nútímans rifla, sjey heimagjørdar hondgranatir, umleið 80 luftvápn og fleiri knívar.
Undir avhoyringum greiddi tann 14 ára gamli frá, at hann hevði lagt ætlanir um at søkja at einum mungdómsskúla í Plymouth, sum er í statinum Pennsylvania. Hansara fyrimynd var Colombine-atsóknin í1999, tá tveir skúladreingir skutu 13 fólk.
Fyri bara tveimum døgum síðani særdi ein 14 ára gamal drongur seks fólk í einum skúla í statinum Idaho.