Ein 14 ára gamal drongur særdi seks fólk í einum skúla í USA í gjár Tað 14 ára gamli doyði aftaná, men tað er ikki greitt, um fann doyði fyri egnari hond, ella um tað var løgreglan, sum skjeyt hann.
Tilburðurin var í býnum Cleveland í statinum Ohio, og borgarstjórin sigur, at tann 14 ára gamli drongurin særdi tríggjar næmingar og trý vaksin fólk.
Sjónvarpsstøðin CNN sigur, at drongurin var vorðin frá sær sjálvum, tí hann var koyrdur úr skúlanum.