Í Kongagøtu, beint við skúlatannlæknan, var ein 14 ára gamal drongur álopin av einum eldri drongi um døgurðatíð mikudagin. Orsøkina til álopið veit løgreglan ikki at siga, men álopni drongurin kendi tann, sum leyp á.
Áleyparin hevði tikið kvørkratak um tann 14 ára gamla, so hann misti vitið.
Rapport verður nú skrivað um álopið, avhoyringar verða eisini gjørdar, og um áleyparin er eldri enn 15 ára gamal verður hann sendur í rættin.