Tað verður væntandi ein drúgvur dagur til arbeiðis hjá løgtingsmonnunum aftur í dag.
Í gjár var klokkan farin av midnátt, áðrenn seinastu atkvøðugreiðslurnar vóru avgreiddar, men longu klokkan 10 í morgun skuldi næsti fundurin byrjað.
Hann var gamaní nakað seinkaður, men nú er Løgtingið so farið í gongd við dagsins skrá, sum telur 14 punkt.
Væntandi verður talan um drúgt orðaskiftið til fleiri av málunum. Fimm av málunum eru triðju viðgerðir, meðan átta eru 2. viðgerðir. Tað vil siga, at tað verða minst 13 atkvøðugreiðslur. Afturat hesum fer løgtingið væntandi at atkvøða fyri hvørjum posti á fíggjarlógini sær, so talan verður um heilt nógvar atkvøðugreiðslur.
Millum málini, sum eru til viðgerð í dag er triðja viðgerð av málinum um at hækka skattafría markið fyri leigubústaðir, broytingar í lógini um meirvirðisgjald fyri leigubilar, broytingar í lógini um familjuískoyti og uppskotið um at einskilja Posta.
Fleiri av málunum, sum eru til aðru viðgerð, eru skattateknisk mál, sum millum annað hava við transfer pricing at gera.
Seinni koma uppskotini hjá Høgna Hoydal og upprunaliga uppskotið, sum Framsókn legði fram og tók aftur, men sum Jørgen Niclasen vildi hava aftur í tingið, um fiskidagaskipanina.
Og so, sum mál nummar 13, er triðja viðgerð av fíggjarlógini.
Seinasta punktið á skrá eru framløgur.