14% fyri blokkin!

Zakarias Wang

Nú er tað fullprógvað, at Føroyar eru heimsins dýrasta land at búgva í, 14% dýrari enn Danmark, tað land, sum annars hevur havt hetta metið.
Hvør er orsøkin?
Eftir tí David Hume vísti á í 1752 elvir stuðul uttanífrá til prísvøkstur.
Hetta er ein læra, sum tað ikki hevur eydnast nøkrum at reka aftur farnu tríggjar øldirnar.
Tey 14%, sum brúkararnir í Føroyum noyðast til at gjalda, er tí – fullkomuliga í tráð við allar økonomiskar lærusetningar – púra einfalt prísurin fyri blokkin.