Í gjár - týsdagin 17. januar - vóru Andru Poulsen og bátsfelagi hansara á báti við byrsu. Teir vóru og skutu svartfugl, og hetta gjørdist teimum ein heldur øðrvísi túrur, enn teir høvdu væntað.
Á Facebook-síðuni - Fuglaveiða í Føroyum - greiðir Andru Poulsen frá, at teir ikki loystu fyrr enn klokkan 11.40 henda dagin, og tí væntaðu teir sær heldur ikki tað heilt stóra.
- Vit droymdu um eitt kók, og fingu vit tað, varð dagurin bjargaður, sigur hann.
Men, tá avtornaði gjørdist fongurin hjá Andru Poulsen og bátsfelaga hansara rættiliga góður - og ikki sørt óvæntaður.
- Henda túrin fingu vit tilsamans 14 fuglar - og eina velduga góða veturfeita nísu. Hetta verður ivaleyst seinasti dagur á svartfuglaveiði á hesum sinni.
Andru Poulsen sigur at enda, at á myndini vanta tríggir fuglar. Sjálvur tók hann onga mynd á túrinum í gjár, og tí hevur hann "lánt" viðheftu mynd frá skiparanum, sum hann tekur til.