14 danir doyggja av læknamistøkum um dagin

Á hvørjum ári doyggja umleið 5.000 fólk í Danmark av læknamistøkum. Tað svarar til 14 um dagin, men helvtin kundi verið bjargað Av teimum 14, sum doyggja hvønn dag av læknamistøkum, kundu sjey verið bjargað, um heilsuverkið virkaði betur, enn tað ger. Tað sigur formaðurin í Dansk Selskab for Patientsikkerhed, Beth Lilja, við Ekstrablaðið.

Torben Mogensen, yvirlækni á sjúkrahúsinum í Hvidovre, sigur við blaðið, at tað henda alt ov nógv mistøk á sjúkrahúsunum.

-Tað eru fleiri ymsir hættir at viðgera somu sjúku, og tyað elvir til iva hjá bæði starvsfólki og sjúklingum og kann harafturat elva til nógv mistøk, sigur hann.

Tað mest vanliga mistakið á sjúkrahúsunum er, at sjúklingar fáa skeivan heilivág. 34 prosent av teimum, sum doyggja av læknamistaki á sjúkrahúsunum, doyggja, tí tey fáa skeivan heilivág.

Danska heilsuverkið skrásetti í fjør 20.000 óætlaðar tilburðir, sum sagt verður. Talið umfatar millum annað læknamistøk og ymiskt, sum starvsfólkið hevur skylda til at skráseta.