14 dagar fyri at hótta sosialráðgeva

Ein ung kvinna fekk í Føroya Rætti mánadagin 14 dagar treytaðan fongsulsdóm fyri at hava hótt ein sosialráðgeva hjá Tórshavnar kommunu. Kroysta støðan hjá kvinnuni varð tikin við í metingunum hjá dómaranum, og tí gjørdist revsingin treytað

Ein ung kvinna varð í Føroya Rætti mánadagin dømd fyri at hava hótt ein sosialráðgeva hjá Tórshavnar kommuni.
Kvinnan eigur trý børn, sum í august í fjør sett í familjupleygu á bygd. Mamman og pápin fingu samveru við børnini einaferð um vikuna í tríggjar tímar.
Tá tey bæði 8. september í fjør vóru í samveru, greiddi ein av dreingjunum frá, at teir saman við pleygufamiljuni skuldu til Lalandia í Danmark at ferðast.
Hesin upplýsningur kom púra óvart á hjá foreldrunum, og mamman skapti eina illa umhugsaða støðu. Hetta førdi til, at foreldrini vórðu kallað inn til samrøðu hjá barnaverndini í Tórshavnar kommunu.
Men hendan samrøðan gekk so illa, at hon førdi til, at unga kvinnan varð meldað til politiið fyri hóttanir.
Sambært vitnunum hevði kvinnan leikað so í, at sosialráðgevin kendi seg veruliga hótta.
»Eg veit, hvar tú býr, og eg veit hvar børnini hjá tær búgva. Eg skal syrgja fyri, at taka børnini frá tær, eins og tú hevur tikið míni børn frá mær«.
Nøkurlunda soleiðis fullu orðini sambært sosialráðgevanum og táverandi deildarleiðaranum í barnaverndini hjá Tórshavnar kommunu. Og ákærda kvinnan váttaði fyri sovítt eisini orðini.

Langa karantenu
Orsøkin til, at kvinnan gjørdist so óð undir samrøðuni við sosialráðgevan, var, at hon fekk tey boð frá sosialráðgevanum, at soleiðis sum hon uppførdi seg dagin fyri undir samveruni við børnini, kundi ikki góðtakast.
Og sum revsing fyri hetta fekk hon karantenu í tríggjar ella fýra mánaðir – kvinnan segði tríggjar, pápin fýra – har hon ikki slapp at síggja børnini.
Hendan revsingin var helst orsøkin til, at dómurin gjørdist treytaður, tí sambært dómaranum vóru slíkar revsingar altíð treytaleysar.
Verjin vísti á, at upprunaliga karantenan var ov long, tí tá avtornaði gjørdist hon bara tveir mánaðir.
Eisini pápin var innkallaður sum vitni, og hann royndi sum frægast at hjálpa kvinnuni – við millum annað at halda, at kvinnan reageraði sum ein mamma eigur at reagera.
Í proseduruni legði ákærin dent á hóttanina um børnini hjá sosialráðgevaranum. Hon helt tað vera álvarsamt at hótta við at taka børnini frá einari mammu, og helt at slík hóttan átti at kosta millum 14 og 20 dagar fongsul.
Leiðarin av barnanevndini hjá Tórshavnar kommunu hevði upplýst, at tey á deildini høvdu fastan framferðarhátt, um okkurt av starvsfólkunum kendi seg hótt. Tað verður meldað til løgregluna.
Verjin vísti í sínari proseduru á, at kvinnan var ógvuliga kroyst. Hon mælti til, at rætturin setti seg inn í støðuna, sum kvinnan var í.
Og tað var júst hetta, sum rætturin gjørdi, og tí gjørdist dómurin eisini treytaður.