Í fyrsta førinum var ungi maðurin skuldsettur fyri at hava keypt tilsamans 50 gramm av hassj, í tíðarskeiðinum frá 1. januar til 31 oktober í 2005. Hesum játtaði maðurin seg sekan í.
Hann greiddi frá, at hann hevði keypt hassjið frá einum og sama persóni. Vanliga keypti hann tvær til tríggjar ferðir um mánaðin. Oftast millum tvey og fýra gramm, har prísurin fyri grammið var 200 krónur.
Keypti fyri 10.000 kr.
Í øðrum førinum var maðurin skuldsettur fyri at hava keypt 48,48 gramm av hassj. Tað var tann 1. november í 2005, at hann keypti tey knappliga 50 grammini fyri 10.000 krónur. Maðurin, ið seldi honum hassjið var sami maðurin, sum hevði selt honum tær smáu nøgdirnar í fyrra førinum.
Hann og nøkur onnur høvdu savnað peningin saman, og skuldi býta hassjið sínamillum Tann ákærdi greiddi frá, at hann saman við einum øðrum hevði koyrt til bústaðin hjá viðkomandi.. Har fór inn við teimum 10.000 krónunum, fekk hassjið, ið var pakkað inn í silvurpappír í einum posa og fór út aftur í bilin, har hassjið varð lagt í handskarúmið. Teir báðir í bilinum komu tó ikki langt, tí teir vórðu steðgaðir av løgregluni.
Triðja ákæran, sum maðurin eisini játtaði seg sekan í, gekk upp á tað, at løgreglan seinni sama kvøld, sum hann varð tikin við nógva hassjinum, hevði gjørt eina húsarannsókn heima hjá honum og funnið 0,20 gramm av hassj.
14 daga hefti og bót
Maðurin fekk 14 daga hefti sum dóm. Aftrat tí fekk hann eina bót. Henda var fyri eitt mál um rúsdrekkakoyring, har hann tann 15. juli í 2005 var tikin, tá hann koyrdi bil við 1,19 promillu í blóðinum, og uttan at hava koyrikort. Hetta kostar honum 2000 krónur. Maðurin hevur einki koyrikort, og sleppur heldur ikki at taka tað komandi ári, staðfesti dómarin.
Ungi maðurin tók við dóminum.