Tað var norska línuskipið Veidar, sum um 20-tíðina í kvøld boðaði frá, at eldur var umborð, og at nógvur roykur var um skipið.
Eldur kom í skipið, tá tað var á leiðini norðan fyri Røst í Lofoten.
Skipið er skrásett í Ålesund og er heimahoyrandi í Godøya í Giske kommunu. Norska kringvarpið - NRK - veit at siga, at manningin telur 22, harav 14 nú eru komnir í land í Leknes.
Teir átta, sum eru eftir, eru framvegis við skipið, har teir arbeiða saman við roykkavarum hjá bjargingartænastuni at finna út av, hvussu støðan er.
Einki ítøkiligt verður sagt um, hvussu nógvir eru eftir umborð á skipinum, men sum skilst á norskum miðlum í kvøld eru teir fimm, sum eru umborð.
- Tað eru umleið 17 metrar um sekundið í hvirlunum á leiðini, og hann er vestan í ættini, sigur bjargingarleiðarin hjá Høvuðsbjargingarstøðini, Finn Tore Sortland.
##med2##
Hann sigur, at teir, sum eru eftir umborð á Veidar, royna at sløkkja eld, og hesir siga sambært bjargingarleiðaranum, at tað er trygt at vera umborð á skipinum í løtuni.
Sambært NRK er skipið fýra ára gamalt, og flestu av manningini eru úr Sunnmøre.
Ein av eigarunum, Torfinn Ulla, sigur við norska kringvarpið, at tað er ræðuligt at sita uppi á landi og frætta, at eldur er í skipinum.
- Marrudreymurin er, at eldur kemur í eitt skip. Tað er so nógv, sum kann henda, og skipið er til havs. So, her ber ikki til bara at leypa, sigur hann.
Torfinn Ulla sigur, at nú vóna teir, at øll manningin kemur trygt til lands.
- Sama við løgregluni hava vit skipað kreppuhjálp, eins og reiðaríið hevur verið í samband við tey avvarðandi. Nú vóna vit, at alt fer at ganga væl, leggur hann aftrat.
##med3##