Í dag eru 14 ár síðani álopini á World Trade Center í New York og Pentagon, nærindis Washington. Muslimskir yvirgangsmenn rendu eitt flogfar inn í hvørt av tornunum á World Trade Center, eitt flogfar rendi í Pentagon, høvuðssæti hjá amerikansku hermegini, meðan eitt fjórða, ávegis móti Washington, datt niður í ein akur í Pennsylvania.
Tey flestu okkara munnu vita, hvar vit vóru, tá vit fingu boðini.
2.996 fólk doyðu í álopunum, íroknað teir 19 yvirgangsmenninir. Mistankin fall skjótt á yvirgangsfelagsskapin al-Qaida og George Bush, ið var nývaldur forseti, svaraði aftur við at byrja kríggið móti yvirgangi. Al-Qaida fjaldi seg handan talibanstjórnina í Afghanistan og 7. oktobur lupu USA og Bretland á Afghanistan. 9. desembur fall Talibanstjórnin.
Leiðari hjá Al-Qaida, Osama bin-Laden, tók ikki ábyrgd av álopunum fyrr enn í 2004. Hann megnaði at fjala seg fyri amerikanarum til mai í 2011, tá hann var dripin í Pakistan.
Um alt USA verður skipað fyri minnishátíðum til minnis um tey, ið lótu lív í álopinum. Hendingin hevur hvt ógvusligar fylgir fyri allan heimin síðani og hevur sett síni spor í heimssøguni.