Samstundis, sum talið av kannabis-vørum økist, gerast eisini bíleggingarnar av medisinskum kannabis við læknaávísing í Danmark fleiri og fleiri.
Slakir 1400 borgarar í Danmark fingu í fjør kannabis-heilivág við læknaávísing. Tað vísir ein nýggj uppgerð, sum Heilsudátastýrið hevur gjørt.
Neyva talið av fólki, sum fingu kannabis-heilivág við ávísing í fjør, var 1384. Tað var serliga seinastu mánaðir í árinum, har fleiri ávísingar vórðu skrivaðar.
- Ein orsøk til, at talið av ávísingum vaks, sum árið leið, er helst, at fleiri og fleiri kannabis-vørur komu á marknaðin, veit Heilsudátastýrið at siga.
Royndarætlanin, sum loyvir læknum í Danmark at skriva út ávísingar til kannabis-heilivág, varð sett í verk í fjør, og ætlanin er galdandi í fyribils fýra ár.
Tað eru serliga fólk, sum líða av pínu orsakað av sklerose og fólk, sum eru plágað av ymiskum skaðum, sum fáa kannabis-heilivág.
Heilivágurin verður eisini ávístur sjúklingum, sum hava vaml eftir kemoviðgerð og eitt nú sjúklinum, sum líða av nervapínu.
Tølini hjá Heilsudátastýrinum vísa, at flestu ávísingar í 2018 eru til sjúklingar, sum av ymiskum orsøkum líða av nervapínu.