136 lærarar mangla

Í løtuni verður søkt eftir 136 lærarum til 32 føroyskar fólkaskúlar fyri komandi skúlaár. Sambært Magnusi Tausen, formanni í Føroya Lærarafelag, so er hetta eitt sera høgt tal, men tað hetta helst ikki ein stórur trupulleiki, tí nógvir lærarar fara at venda aftur í skúlarnar og yvirtíð verður loyvd

32 ymiskir fólkaskúlar í landinum søkja í løtuni eftir 136 lærarum til komandi skúlaár. Tá hugsað verður um samlaða talið. Tað vil siga, at partíðarstørv verða tald sum heil størv.

Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag, ógvast av talinum, men hann hevur góðar vónir um, at tað í ár verða færri vikarar í føroysku fólkaskúlunum.

- Fyri tað fyrsta, so eru nógv, sum ikki eru sett í føst størv, og sum fara at søkja størvini hjá sær aftur, men givið er tað, at vit aftur í ár fara at mangla eini 10 prosent av lærarunum, tá skúlaárið byrjar. Hinvegin fara lærarar at kunna arbeiða yvir, samstundis, sum eldru lærararnir kunnu arbeiða longri, umframt, at niðurgangstíðirnar í samfelagnum kunnu viðvirka, at fleiri lærarar fara at venda aftur til tryggu lærarastørvinini, sigur Magnus Tausen.

Hinvegin dugir hann at síggja, at tað ikki verður heilt frítt við ófaklærdum innan skúlaverkið.

- Í miðstaðarøkinum rokni eg við, at tað kann bera til at nøkta tørvin við yvirtíð og at fleiri lærarar fara at starvast sum lærarar, men tað verða helst nakrar landafrøðiligar avbjóðingar, har vit síggja, at tørvur verður á vikarum í summum støðum, staðfestir hann.

Tó er tað eisini soleiðis, at fleiri tímar verða til yngru flokkarnar í summar, og tí verður tørvurin á lærararum størri og kostnaðurin fyri skúlaverkið størri. Tá kunnu vikarar loysa seg fyri pengapungin.

- Vit rokna, sum sagt, við at kunnu nøkta tørvin, men vit hava onkuntíð havt illgruna til, at Mentamálaráðið spekulerar í vikarum. Eg haldi tó ikki, at vit hava orsøk til, at hava ein veruligan illgruna um, at komandi fólkaskúlin komandi skúlaár fer at mangla pening.

Tó er ongin ivi um, at tað er stórur tørvur á lærarum, tá søkt verður eftir 136 av slagnum.


Skúlastjórar ringja

Tað verða einir 13 endaliga lidnir næmingar av læraraskúlanum í summar. Og tey kunnu mestsum velja og vraka lærarastørv í landinum.

- Skúlastjórar eru longu byrjaðir at ringja eftir okkum, og tað vísir seg sum, at vit kunnu velja tey størvini okkum lystir, sigur Karl Eli Nolsøe Samuelsen, sum verður liðugur sum lærari í summar. Hetta er í hvussu so er galdandi fyri tey 13, sum verða endaliga liðug í summar, og tað eru nøkur afturat, sum mangla ávís fak, sum kunnu fara beinleiðis til verka, og verða liðug í vetur.


Løgmannabreyt manglar tólv

Nýggi skúlin við Løgmannabreyt, sum helst er ein dreymur hjá nógvum lærarum at koma til, søkir í ár eftir 12 lærarum. 10 til fast starv og tveimum øðrum.

- Eg dugi ikki heilt at siga, hvussu verður hjá okkum, men vit hava havt fleiri fyrispurningar og nakrir av lærarunum, sum longu eru, fara eisini at søkja, sigur Høgni Joensen, skúlastjóri.

Hann greiðir tó frá, at tey allarhelst fáa tørv á ófaklærdum vikarum aftur í ár, hóast møguleiki verður fyri yvirtíð á skúlanum.

- Lærararnir hjá okkum hava allir fult skema, og eg havi ongan fyrispurning fingið, um at lærarar vilja arbeiða yvir, staðfestir Høgni Joensen, sum tó ikki vil siga nakað við fullkomnari vissu fyrr enn um tvær vikur.


Porkeri fær vikar

Eisini Porkeris skúli søkir eftir lærara í ár. Men har eru vánirnar lítlar, at fáa nakran lærara.

- Tað er ringt at siga, um vit fáa fatur á nøkrum lærarar. Vit hava søkt í fleiri ár eftir hesum starvinum, og seinastu árini hevur ein pedagogur havt starvið, greiðir Mannbjørn Olsen, skúlastjóri, frá.

Hann leggur afturat, at ein av orsøkunum kann vera, at talan er um eitt starv, ið ikki hevur so nógvar tímar, umframt, at talan er um ein skúla í Suðuroynni.

Somuleiðis roknar hann ikki við, at Porkeris skúli fær nakran av nýggju lærarunum.

- Eg haldi ikki at nakar úr Suðuroy verður liðugur í ár, og tí rokni eg ikki við, at vit fáa nakran av teimum nýggju, sigur Mannbjørn Olsen.


Taka fleiri á læraraskúla

Tað er líkt til, at fleiri lærarar gevast árliga, enn tað gerast lidnir á læraraskúla, samstundis, sum stórir árgangir av lærarum nærkast pensjónsaldri.

Tó roknar Jóannes Hansen, rektari á Føroya Læraraskúla, við, at komandi árini verða fleiri, sum gerast liðug sum lærarar.

- Vit fara at taka øll inn, sum eru skikkað til útbúgvingina, og tað sýnist, at áhugin fyri okkara skúla er rættiliga stórur, sigur Jóannes Hansen.

Skikkað merkir í flestu førum, at umsøkjararnir skulu hava miðnámsprógv, men tað kann vera, at nøkur sleppa inn, ið ikki hava miðnámsskúla, um tey hava onnur ting, ið tala til fyrimuns. So helst vera fleiri útbúnir lærarar komandi árini.