133 fólk koppsett í gjár

Í gjár vórðu 133 fólk koppsett fyri koronu. 86 fólk fingu fyrra prikið og 47 fólk fingu seinna prikið.

 

Nú eru tilsamans 8.967 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 4.988 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 3.979 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.